
Hamferð - Aldan revsar eitt vargahjarta
Песня "Aldan revsar eitt vargahjarta" - исполнителя Hamferð из альбома Vilst er síðsta fet - скачать в mp3 или слушать бесплатно.
Длительность: 8:37
Размер: 12.4Mb
Прослушано: 195
Клип к песне Aldan revsar eitt vargahjarta
Текст песни
Tigandi
Á høgum rókum
Dømandi
Køld og rættvís
Eg tríni óttafullur fram
Aldan talar
Leggur byrðu á meg
Lagna mín spilt av iva
Ótta og vreiði
Minnast skal eg í ævir
Ódnarvargur eri eg
Sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
Tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt
Lotið ilskast
Tað myrknar
Eitt tár fellur út í einsemið
Við gróti undir iljum
Merki eg streymin frá fjarum londum
Við bárubroti at hoyra
Síggi eg tey smáu, spælandi berføtt
Við vissu í sálini
Um mína revsing uttan linna
Latið eg aftur eygu
Aldan talar
Pískar tað leikandi lotið
Upp í ta hvirlu
Ið nú skal taka mín kropp
Ódnarvargur eri eg
Sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
Tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt
Tú vónarinnar bani, tú ræðugos
Tú eigur lívið í mær
Tak meg nú
Kasta meg í kjaftin
Á miklum klettum